Return   Facebook   Zip File

Obligatorisk

Generelt

Eind

O Gud mín! O Gud mín! Sameina hjørtuni hjá tænarum Tínum og opinbera fyri teimum Títt mikla endamál. Fylgi teir Tínum boðum og haldi teir seg til Tína lóg. Hjálp teimum, O Gud, í teirra strem- ban, og veit teimum styrki at tæna tær. O Gud! Eftirlat teir ikki til sín sjálvs, men leið teirra fóta fet við ljósi kunnleiks Tíns og upplívga hjørtu teirra við kærleika Tínum. Sanniliga, Tú ert teirra Hjálpari og teirra Harri.

#6073
- Bahá'u'lláh

 

Lýdni

Eg bøni Teg, O Gud mín, við Títt mest upphevjaða Orð, ið Tú hevur fyriskrivað sum tann Guddómliga Heilivágin fyri øll, sum eru í Tínum ríki, Heilivágurin, ígjøgnum hvørs dygd málmur mannalívsins er vorðin umbroyttur til reinasta gull, O Tú í Hvørs hondum liggja bæði tey sjónligu og ósjónligu kongaríkini, um at fyriskriva, at mítt val samsvarar Tínum vali og mítt ynski Tínum ynski, at eg kann vera fullkomiliga nøgdur við tað, ið Tú ynskti, og vera fullvegis nøktaður við, hvat Tú tilætlaði mær gjøgnum Títt gávumildni og Tína vælvild.

#6074
- Bahá'u'lláh

 

Vælsignaður er tann blettur,

og tað hús,

og tað stað,

og tann býur,

og tað hjarta,

og tað fjall,

og tað skjól,

og tann hola,

og tann dalur,

og tann jørð,

og tað hav,

og tann oyggj,

og tann hagi,

har Gud hevur verið nevndur

og lovprísan

Hansara

dýrdargjørd.

#6075
- Bahá'u'lláh

 

Trupulleikar

Er nakar Loysari trupulleika uttan Gud? Sig: Lovaður veri Gud! Hann er Gud! Øll eru tænarar Hansara, og øll eiga í lut boð Hansara!

#6072
- Báb

 

Lejlighedsvis

Breve