Return to BahaiPrayers.net
Facebook
Dýrd veri Tær, Sum hevur fingið øll tey Heiløgu at játta sítt hjálparloysi framman fyri teimum margfaldu opinberingunum av mátti Tínum og hvønn Profet at viðurkenna Sín einkisleika við glampan av Tínari viðvarandi dýrd. Eg bøni Teg, við navn Títt sum hevur læst upp portur Himmalsins og fylt við sælu Herskaran í tí høga, um at gera meg føran fyri at tæna Tær, á hesum Degi, og at styrkja meg til hava fyri eyga tað ið Tú fyriskrivaði í Bók Tínari. Tú veitst, O Harri mín, hvat er í mær; men eg veit ikki hvat er í Tær. Tú ert tann Alvitandi, tann Alt-Upplýsti.
- Bahá'u'lláh