Return to BahaiPrayers.net
Facebook
Øll lovprísan, O mín Gud, veri Tær sum er Kelda allar dýrdar og hátignar, stórleiks og æru, ræðis og harradømis, hábæris og náðar, ærufryktar og máttar. Hvønn enn ið Tú vilt fært Tú at verða drignan nær til hitt Mest Mikla Hav, og hvørjum enn ið Tær líkar gevur Tú ta æru at viðurkenna Títt Mest Forna Navn. Av øllum sum eru í himli og á jørð, kann eingin standa ímóti virki Tíns ráðandi Vilja. Frá øllum ævinleikum stýrdi Tú yvir allari skapanini, og Tú fer at halda fram um allar tíðir at útinna Títt harradømi yvir øllum skapaðum lutum. Eingin annar Gud er uttan Tú, tann Alvaldandi, tann Mest Upphevjaði, tann Almáttugi, tann Alvísi.
Upplýs, O Harri, andlit tænara Tína, at teir kunnu skoða Teg; og reinska hjørtu teirra, at teir kunnu venda sær til garðin av Tínum himmalsku vælvildum og viðurkenna Hann Sum er Birting Sjálvs Tíns og Vársól Kjarna Tíns. Sanniliga, tú ert Harrin yvir øllum heimum. Eingin Gud er uttan Tú, tann Óavmarkaði, tann Alt-Stjórnandi.
- Bahá'u'lláh