Return to BahaiPrayers.net
Facebook
Dýrd veri Tær, O Gud mín! Sanniliga, hesin tænari Tín og hendan tænastukvinna Tín eru komin saman undir skugga miskunnar Tínar og tey eru sameind gjøgnum Tína vælvild og Títt gávumildni. O Harri! Stuðla teimum í hesum heimi Tínum og kongaríki Tínum og tilætla teimum alt gott gjøgnum Títt gávusemi og Tína náði. O Harri! Staðfest tey í Tínum trældómi og stuðla teimum í Tínari tænastu. Lat tey gerast tekin Navns Tíns í heimi Tínum og verj tey gjøgnum gávur Tínar sum eru ótømandi í hesum heimi og hinum komandi heimi. O Harri! Tey bøna kongaríki miskunsemis Tíns og ákalla ríki einleiks Tíns. Fá tey at gerast tekin um samljóð og eind inntil enda tíðarinnar. Sanniliga, Tú ert tann Almáttugi, tanni Alhjáverandi og tann Alvaldandi.
- `Abdu'l-Bahá