Return to BahaiPrayers.net
Facebook
Naw-Rúz er tann fyrsti dagurin á Baha'i árinum.
Prísaður veri Tú, O mín Gud, at Tú hevur fyriskipað Naw-Rúz sum eina høgtíð fyri tey ið hava hildið føstuna av kærleika fyri Tær og afturhildið seg frá øllum tí sum er Tær andstygd. Gev, O mín Harri, at eldur kærleiks Tíns og hitin framleiddur av føstuni áløgd av Tær kann seta tey í loga í Søk Tínari, og fáa tey at gerast upptikin av Tínari lovprísan og av minning um Teg.
Síðani Tú hevur skrýtt tey, O mín Harri, við skrúði føstunnar fyriskrivað av Tær, prýð Tú tey eisini við prýði góðtøku Tínar, gjøgnum Tína náði og gávumildu vælvild. Tí gerðir manna eru heftar av Tínari góðfragd, og eru treytaðar av Tínum boði. Skuldi Tú áskoðað tann ið hevur brotið føstuna sum ein ið hevur hildið hana, ein slíkur maður hevði verðið roknaður millum teirra ið frá ævinleika altíð høvdu hildið føstuna. Og skuldi Tú ásett at hann ið hevur hildið føstuna hevur brotið hana, tann persónur hevði verðið taldur millum slík ið hava fingið Klædning Tínar Opinberingar at dálkast við dusti, og hevði verið fjart fluttur frá hinum kristallkendu vøtnum av hesari livandi Keldu.
Tú ert Hann gjøgnum Hvønn bannarin “Verdigur at prísa ert Tú í verkum Tínum” er breiddur út, og merkið “Aktaður ert Tú í Tínum boði” er vundið upp. Ger kent hetta stig Títt, O mín Gud, fyri tænarum Tínum, at teir kunnu verða gjørdir varugir við at hátign alla luta er heft av boðum Tínum og orði Tínum, og dygd alla gerninga er treytað av loyvi Tínum og teirri góðu fragd vilja Tíns, og kunnu viðurkenna at teymar mannagerninga eru hildnir í taki góðtøku Tínar og boðorðs Tíns. Ger hetta kent fyri teimum, at einki yvirhøvur kann steingja teir úti frá Tínum Fagurleika, í hesum døgum har Kristus mælir: “Alt harradømi er Títt, O Tú Framalari Andans (Jesusar)”; og Vinur Tín (Mohammed) rópar út: “Dýrd veri Tær, O Tú tann Hægst- Elskaði, fyri at Tú hevur avdúkað tín Fagurleika, og skrivað niður fyri Tínum útvaldu hvat skal fáa tey at náa fram til sætið av opinbering Tíns Mest Mikla Navns, gjøgnum hvørt øll fólk hava venað seg uttan slík ið hava loyst síni bond frá øllum øðrum uttan Tær, og miðað seg móti Honum Sum er Opinberarin av Tær og Sjónliggerðin av øllum Tínum eginleikum.”
Hann Sum er Grein Tín og alt Títt fylgi, O mín Harri, hava hendan dag brotið føstu sína, aftaná at hava hildið hana innan fyri umráði garðs Tíns, og í sínum ivri at gleða Teg. Fyriskipa Tú fyri Honum, og fyri teimum, og fyri øllum slíkum ið eru komin inn í nærveru Tína á hesum døgum alt tað góða Tú tilætlaði í Bók Tínari. Veit teimum, so, tað ið verður teimum at gagni, í bæði hesum lívi og í lívinum hinumegin.
Tú ert, av sonnum, tann Alvitandi, tann Alvísi.
- Bahá'u'lláh